Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

58. fundur

Týsdagur 29. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 29. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard og Hergeir Nielsen og landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Annitu á Fríðriksmørk, dagfest 29. februar 2000, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hildur Patursson, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Annitu á Fríðriksmørk.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 56 og nr. 57 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 6 samtykt 25-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    §§ 1 og 2 samtkytar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-1/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmálini nr. 53-5/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárið 1998, nr. 53-6/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998, nr. 53-7/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fíggjarárið 1998 og nr. 53-8/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya fíggjarárið 1998, at Kristian Magnussen, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmálini nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður og nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-25/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 2. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-25/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-5/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárið 1998.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-7/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fíggjarárið 1998.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógavn á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.15.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari