Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

55. fundur

Mikudagur 23. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 23. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Marjus Dam, landsstýrismenninir Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1 og 2 samtyktar 22-0-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-2/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-3/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-4/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 21-1-0.
    Málið avgreitt.
  6. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/1999 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
    Málið avgreitt.
  7. Fundur niðurlagdur kl. 15.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 15.55.

  8. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-18/1999 frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m. og nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m., og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 24. februar 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-1/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari