Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

53. fundur

Hósdagur 17. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 17. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2000.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-2/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-3/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-4/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  5. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin), og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

 

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin og svar uppá fyrispurning nr. 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismaður, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 22. februar 2000, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-6/1999: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.
  2. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.00

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari