Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

51. fundur

Týsdagur 15. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 15. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.

    Málini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  10. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at grannskoðanarnevndin hevur lagt fram tingmálini nr. 53-1/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998, nr. 53-2/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998, nr. 53-3/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998 og nr. 53-4/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið 1998. At Marjus Dam, vegna Sambandsflokkin, hevur hevur lagt fram tingmál nr. 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2000.

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-22/1999 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi týdninginum av hugtakinum ríkisfelagsskapur og fyrispurningi nr. 100-23/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni viðvíkjandi tunfiskaloyvum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 16. februar 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni viðvíkjandi tunfiskaloyvum.
  3. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-6/1999: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.45. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari