Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

44. fundur

hósdagur 27. januar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 27. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-2.
    Málið avgreitt.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í rættarnevndina.

Formaður fráboðaði fyrispuring nr. 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi serskatting av hjúnum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 1. februar 2000, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi serskatting av hjúnum.
  2. Aðalorðaskifti um frágreiðing, sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini, frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000, løgtingsmál nr. 101-5/1999.
  3. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.50. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari