Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

42. fundur

Týsdagur 25. januar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 25. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu og Dan R. Petersen, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Signar á Brúnni og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang.
    Málið beint í rættarnevndina.
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 41, 42 og 43 vórðu viðgjørd undir einum.
  5.  

    Fundur niðurlagdur kl. 16.45.

    Fundur uppafturtikin kl. 16.55.

  6. Helena Dam á Neystabø , landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/1999 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubaksnýtslu.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll og nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at Katrin Dahl Jakobsen, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 47/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá RúnuSivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin og fyrispurning nr. 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.

Formaðurin boðaði frá, at nevndin, ið vald er til at viðgera tingmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann, hevur skipað seg við Jenis av Rana sum formanni og Sámal Petur í Grund sum næstformanni.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 26. januar 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Løgmaður leggur fram tingmál nr. 101-5/1999: Frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000.
  3. Atvkøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.25 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari