Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

40. fundur

Hósdagur 20. januar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 20. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk og Vilhelm Johannesen, landsstýrismenninir, Signar á Brúnni, Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni,  viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  4. Málið beint í rættarnevndina.

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
    Uppskotið afturtikið.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin legði fram løgtingsmálini nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti og nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislóg fyri Føroyar um rættargang.

Tikið av skrá:

Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubaksnýtslu.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 21. januar 2000, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999:Uppskot til løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði.
  5. Val av nevnd sambært § 25 í tingskipanini til viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 15.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari