Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

39. fundur

Týsdagur 18. januar 1999

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 18. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Jákup Sverri Kass vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/1999 frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúlanum á Trøðni.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin legði fram løgtingsmálini nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu og nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra. Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmálini nr. 15/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði, nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m. og tingmál nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m. Rættarnevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-16/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini og nr. 100-17/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tikið av dagsskrá:
Val av nevnd sambært § 25 í tingskipanini til viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 20. januar 2000, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting
    í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubaksnýtslu.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.25

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari