Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

33. fundur

Hósdagur 9. december 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 9. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Signar á Brúnni og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið, gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 14. desember 1999, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1999: Eykafíggjarlóg 1999.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
  3. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari