Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

32. fundur

Mikudagur 8. december 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, mikudagin 8. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni, Jóannes Eidesgaard og Marjus Dam, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen og Signar á Brúnni og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 8. desember 1999, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin D. Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almannamálum, um støðuna hjá teimum brekaðu.

  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið avgreitt.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1999: Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
  4. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
    Málið beint í rættarnevndina.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið, gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld og 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999. Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 9. desember 1999, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóggávu, ið, gevur Føroya Landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 24/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.25.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari