Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

31. fundur

Týsdagur 7. december  1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 7. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan á Lakjuni og Hergeir Nielsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1999: Uppskot til eykafíggjarlóg 1999.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging og nr. 24/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1999: Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld og 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 8. desember 1999, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni í almannamálum, um støðuna hjá teimum brekaðu.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1999: Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari