Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

30. fundur

fríggjadagur 3. desember 1999

kl. 11.30


Ár 1999, fríggjadagin 3. desember, kl. 11.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan við Keldu, Marjus Dam, Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Jørgen Niclasen og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101-4/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðuna hjá teimum brekaðu.
  2. Framløga.

Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið tingmálini nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld og nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið tingmál nr. 25/1999: Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 7. desember 1999, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1999: Uppskot til eykafíggjarlóg 1999.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/1999: Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.05.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari