Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

29. fundur

hósdagur 2. desember 1999

kl. 13.30


Ár 1999, hósdagin 2, desember kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður og Karsten Hansen, landsstýrismaður vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubbaksnýtslu.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund og løgmaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið tingmál 1-6/1999: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 1999.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 3. desember 1999, kl. 11.30, við hesi skrá:

  1. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-4/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í almannamálum um støðuna hjá teimum brekaðu.
  1. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.20

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari