Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

28. fundur

Týsdagur 30. november  1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 30. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 1.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 3.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini fall 8-7-15.
    Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/1999: Uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubbaksnýtslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 2. desember 1999, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurningur nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubbaksnýtslu.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari