Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

22. fundur

Fríggjadagur 12. november  1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 12. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kjartan Joensen, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Farloyvi:

Skriv frá Óla Breckmann, dagfest 11. november 1999, við umsókn um farloyvi komandi 10 dagarnar, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin D. Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".
    Ríkislógartilmæli samtykt 22-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 10.20.
    Fundur uppafturtikin kl. 16.20.

  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 1-3/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 1 og nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. november 1999, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, leggur fram frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 1.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2.
    Tingmálini nr. 1-3/1999 og 1-4/1999 verða viðgjørd undir einum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".
  6. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.25. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari