Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

18. fundur

Týsdagur 26. oktober 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 26. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgmaður, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og Eyðun Elttør og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi:

Skriv frá Jóannes Eidesgaard, dagfest 25. oktober 1999, við umsókn um farloyvi frá 26. oktober 1999, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mikkjal Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jóannes Eidesgaard.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen".
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
    §§ 1 og 2 fullu 13-0-17. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 27. oktober 1999, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/1999: Uppskot til løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi psykiatrisku viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum.
  4. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 15.30.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari