Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

17. fundur

Hósdagur 21. oktober 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 21. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmál nr. 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmál nr. 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen".
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmál nr. 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.
  4. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

    Tingmálini nr. 6, 7 og 8 vórðu viðgjørd undir einum.

  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-4-1.
    Málið avgreitt.
  6. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-8/1999 frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá  SEV - Eiði 3 og 4.
    Málið avgreitt.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/1999: Uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.

Farloyvi:

Skriv frá Jógvan á Lakjuni við umsókn um farloyvi frá 22. oktober 1999, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi. Bjarni Djurholm mælti til, vegna seg sjálvan, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen, at Kjartan Joensen tekur sæti á tingi fyri Jógvan á Lakjuni.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 26. oktober 1999, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.05.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein