Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

16. fundur

Mánadagur 18. oktober 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, mánadagin 18. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.
    Uppskot frá Henrik Old um at beina málið aftur í nevnd fall 8-1-19. Broytingaruppskot frá samdari fríggjarnevnd til §§ 1, 6 og 8 samtykt 25-3-1. Uppskot landsstýrisins soleiðis broytt samtykt 25-3-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.00
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 17.50.

    Fundur uppafturtikin týsdagin 19. oktober 1999 kl. 10.00.

    Fundur niðurlagdur kl. 12.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.
    Fundur niðurlagdur kl. 18.00.

    Fundur uppafturtikin mikudagin 20. oktober 1999 kl. 10.00.

    Fundur niðurlagdur kl. 12.10.

    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.


    Málið beint í fíggjarnevndina.

  5. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan, nr. 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen" og nr. 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt, og at Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 10/1999: Uppskot til løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. oktober 1999, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-8/1999 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV - Eiði 3 og 4.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/1999: Uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen".
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt.
  7. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari