Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

14. fundur

Fríggjadagur 8. oktober 1999

kl. 09.30

 

Ár 1999, fríggjadagin 8. oktober, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jákup Suni Joensen, Jóannes Eidesgaard, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen, og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Finnbogi Arge og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Jógvan við Keldu hevur tikið sæti aftur á tingi 5. oktober 1999.

 

Til viðgerðar:

  1. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101-2/1999: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um Hvítubók og fullveldisætlan landsstýrisins.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, um viðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/1999 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi kirkjulóggávuni.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på der politiske område og af de aktiviteter, dar var baggrund for denne virksomhed", at Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 9/1999: Uppskot til løgtingslóg um leiðbeinandi fólkatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-2/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-10/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bergi P. Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd hins einstaka.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 14. oktober 1999, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Bergi P. Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd hins einstaka.
  2. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-2/1999: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um Hvítubók og fullveldisætlan landsstýrisins.
  3. Kl. 13.30:

  4. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 11.25

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein