Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

8. fundur

Týsdagur 7. september 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 7. september kl. 13.30, varð fundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jákup Suni Joensen, Flemming Mikkelsen, Hans Tausen Olsen og Hergeir Nielsen og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jógvan við Keldu, dagfest 2. september 1999, við umsókn um farloyvi frá 7. september 1999, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jógvan Lützen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jógvan við Keldu.

Til viðgerðar:

  1. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-1/1999 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um arvagransking.
    Málið avgreitt.
  2. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/1999 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum.
    Málið avgreitt.
  3. Framløga:

    Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, vegna Javnaðarflokkin, Marjus Dam, vegna Sambandsflokkin og Jenis av Rana vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-6/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi kirkjulóggávuni.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 9. september, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi kirkjulóggávuni.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.40

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari