Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 | ||
5. fundur |
Týsdagur 10. august 1999 |
kl. 10.25 |
Ár 1999, týsdagin 10. august, kl. 10.25, varð fundur settur.
Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen, Jógvan við Keldu, Henrik Old, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen, Sámal Petur í Grund og Jógvan Durhuus, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.
Fundur lokin kl. 10.28
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari