Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

3. fundur

Fríggjadagur 6. august 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 6. august, kl. 10.00, varð fundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen, Jenis av Rana, Marjus Dam og Sámal Petur í Grund, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge, Eyðun Elttør, Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

    1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um arvagransking.
    2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.

    3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 2/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
      §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
    4. Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 10. august 1999 kl. 10.00 við hesi skrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 2/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  2. Framløga.


Fundur lokin kl. 10.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
   skrivari