Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

83. fundur

Fríggjadagur 23. apríl 1999

kl. 09.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 23. apríl, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður og Karsten Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligur fyrispurningur.
  2. Ein munnligur fyrispurningur, ið ikki varð svaraður mikudagin 21. apríl 1999, varð svaraður.

  3. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-58/1998 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi stórhvalaveiðu.
  4. Málið avgreitt.

  5. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-61/1998 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygdaleiðum.
  6. Málið avgreitt.

  7. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-62/1998 frá Katrin Johansen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar.
  8. Málið avgreitt.

    Fundur niðurlagdur kl. 11.55
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings.
  10. Broytingaruppskot frá Finnboga Ísakson, Eyðun Viderø, Vilhelm Johannesen og Edmund Joensen til § 30 samtykt 29-1-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  12. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-0.
    Málið avgreitt.

  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".
  14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-13.
    Málið avgreitt.

  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-2-1.
    Málið avgreitt.

  19. 2. viðgerð av tingmáli nr. 123/1998: Uppskot til samtyktar um flóttafólk.
  20. Løgmaður gav tinginum serliga fráboðan, sambært § 51, stk. 3 í tingskipanini, um flóttafólkatrupulleikan í Kosovo.
    Uppskotið til samtyktar samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.

  21. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-63/1998 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Tórshavnar kommunu sum eitt skúlaumdømi.
  22. Málið avgreitt.

  23. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-64/1998 frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi próvtøku uttan fyri Danmark.
  24. Málið avgreitt.

  25. 3. viðgerð av tingmáli nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  26. Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Niels Th. Pedersen og Jákup Sverra Kass til § 1, nr. 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-13.
    Málið avgreitt.

 

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-59/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um vinnuligan fiskiskap o.a., nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging, nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta og nr. 100-66/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanum at privatisera Føroya Banka.

Formaðurin boðaði frá, at nú eru ikki fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku. Hann segði, at tingið síðani á ólavsøku 1998 hevur havt 83 fundir, ið hava vart 380 tímar, 40 minuttir, í meðal fyri hvønn tingfund 5 tímar, 13 minuttir. 138 mál vórðu framløgd, íroknað 6 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini. Tingið hevur viðgjørt 136 mál, 7 mál eru tikin aftur, meðan 128 mál eru avgreidd. 66 skrivligir fyrispurningar eru settir, 3 eru tiknir aftur, hinir eru svaraðir. 58 munnligir fyrispurningar vórðu settir og svaraðir. Tingnevndirnar hava tilsamans havt 173 nevndarfundir. Formaðurin takkaði fyri góðan tingsið og gott samstarv tvørtur um floksmørk og ynskti tingmonnum góða summarfríð.

Fundur lokin kl. 16.05  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                /Marius Rein
                                                                                skrivari