Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

82. fundur

Hósdagur 22. apríl 1999

kl. 09.00

 

Ár 1999, hósdagin 22. apríl, kl. 9.00 varð tingfundur settur.

Jenis av Rana, løgtingsmaður, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-6/1998: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum um almannapolitikk í Føroyum.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.20
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

    Málið avgreitt.

  3. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-55/1998 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eldrarøkt
  4. Málið avgreitt.

  5. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-56/1998 frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygging av nýggjum studentaskúla.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurningar nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, land-stýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging og nr. 100-38/1998 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, við-víkjandi skattalætta.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 23. apríl 1999 kl. 9.00 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligur fyrispurningur.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-58/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi stórhvalaveiðu.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-59/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Jákup Suna Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógini um vinnuligan fiskiskap o.a.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-61/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, viðvíkjandi bygdaleiðum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-62/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Johansen, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um frískúlar
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-63/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Tórshavnar kommunu sum eitt skúlaumdømi
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-64/1998 til Signari á Brúnni, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi próvtøku uttan fyri Danmark.
  8. Svar uppá fyrispurning nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.
  9. Svar uppá fyrispurning nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.
  10. Svar uppá fyrispurning nr. 100-66/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanum at privatisera Føroya Banka.
  11. kl. 13.30:

  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".
  16. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 123/1998: Uppskot til samtyktar um flóttafólk

 

 

Fundur lokin kl. 17.25  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                                    /Marius Rein
                                                                                                    skrivari