Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

79. fundur

Týsdagur 19. apríl 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, mánadagin 19. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Hergeir Nielsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-2-13.
    Málið avgreitt.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á mototakførum v.m.
  4. Broytingarupskot frá Bjarna Djurholm, Vilhelm Johannesen, Jógvan Durhuus, Heina O. Heinesen, Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen og Sámal Petur í Grund til §§ 1 og 2 samtykt 29-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  6. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings.
  8. Broytingaruppskot frá løgtingsformanninum til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

    5. Framløga.

Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, legði vegna seg sjálvan og tingsmenninar Marjus Dam, Bjarna Djurholm, Annitu á Fríðriksmørk, Heina O. Heinesen, Finn Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Edmund Joensen, Vilhelm Johannesen, Jákup Sverra Kass, Álv Kirke, Jógvan á Lakjuni, Kristian Magnussen, Heðin Mortensen, Henrik Old, Alfred Olsen, Dan R. Petersen, Lisbeth L. Petersen, Páll á Reynatúgvu, Hans Paula Strøm og Joan Ziskason, fram tingmál nr. 123/1998: Uppskot til samtyktar viðv. flóttafólki. Somu tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram.

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/1998: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá løgmanni um kommunumál.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.10
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).
  4. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Álvi Kirke, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen til §§ 9 og 12 samtykt 24-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. Framhaldandi aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/1998: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá løgmanni um kommunumál.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 20. apríl 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 121/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme"
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet"
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  11. Svar uppá fyrispurning nr. 100-35/1998: til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting av hjúnum og dupulta botnfrádráttinum
  12. Svar uppá fyrispurning nr. 100-37/1998: til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging.
  13. Svar uppá fyrispurning nr. 100-41/1998: til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni viðvíkjandi landskassans skuld til føroysku kommunurnar
  14. Svar uppá fyrispurning nr. 100-43/1998: til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur
  15. Svar uppá fyrispurning nr. 100-65/1998: til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum og um bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini
  16. Svar uppá fyrispurning nr. 100- 57/1998: til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um fólkanøvn.
  17. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.05  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                        /Marius Rein
                                                                        skrivari