Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

78. fundur

Fríggjadagur 16. apríl 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 16. apríl, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Finnbogi Arge, og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Fundur nirðurlagdur kl. 10.20
Fundur uppafturtikin kl. 11.00

Til viðgerðar:

  1. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  2. §§ 1 og 2 samtyktar 19-3-8. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning".
  4. Fundur niðurlagdur kl. 12.10
    Fundur uppafturtikin kl. 13.00

    Broytingaruppskot frá Sámal Petur í Grund, Rúnu Sivertsen, Alfred Olsen og Álvi Kirke til § 15 fall 9-5-15. Broytingaruppskot frá Sámal Petur í Grund, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Rúnu Sivertsen, Eyðun Viderø, Alfred Olsen og Hans Paula Strøm til §§ 12, 16 og 18 samtykt 29-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. Framløga

Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999. Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensiónir o.a. Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101- 6/1998: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum almannapolitikk í Føroyum.

 

Tikið av dagsskrá:

3. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politets Efterretningstjeneste", 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á mototakførum v.m., 3. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 19 apríl 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á mototakførum v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya Løgtings
  6. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-5/1998: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá løgmanni um kommunumál.
  7. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 14.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari