Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

73. fundur

hósdagur 8. apríl 1999

kl. 13.30

Ár 1999, hósdagin 8. apríl 1999, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, og Karstin Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Tingmál nr. 101-4/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, um vinnupolitikk.
  2. Landsstýrismaðurin legði frágreiðingina fram.

    Orsakað av verkfallinum hjá Starvsmannfelagnum varð ikki atkvøtt á telduskipanini, men eftir § 76, stk. 2 í tingskipanini. Formaðurin heitti eftir § 76, stk. 3 á Eyðun Viderø og Hendrik Old, løgtingsmenn, um at veita formanninum hjálp, tá ið atkvøðugreiðslan verður tald.

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  4. Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  6. Uppskotið samtykt 22-4-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
  8. Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  10. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd samtykt 18-1-9.

  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  12. Uppskotið samtykt 27-0-2. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan.
  14. Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste"
  16. Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  18. Broytingaruppskot frá vinnunevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  19. Tingmál nr. 100-44/1998: Svar uppá fyrspurning til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um økismenning.
    Fyrispurningurin varð svaraður.

Framløga
Rættarnevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne om ægteskabs indgåelse og opløsning.


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 9.apríl 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Tingmál nr. 100-42/1998: Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðv. norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing
  3. viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón .
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving)
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almenna- og heilsuútbúgvingar
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur fyri árini 1996-97
  10. 2. viðgerð av tingmál nr. 1-7/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1998: Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999- 2
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi
  16. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  17. 2. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar)
  18. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir
  19. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                    /Súsanna Danielsen
                                                                                skrivari