Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

72. fundur

mikudagur 7. apríl 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 7. apríl , kl.13.30 varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, og Karstin Hansen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

Skriv frá Katrin Dahl Jacobsen, løgtingsmanni, dagfest 7. apríl1999, um farloyvi frá 7. apríl til og við 16. apríl, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Jógvan á Lakjuni, Jóanis Nielsen og Jákup Suna Joensen, tingmenn, um at kanna valbrøvini og legði tingfundin niður, meðan hetta varð gjørt. Jógvan á Lakjuni, tingmaður boðaði frá, at Joan Ziskason er næsti maður á listanum, og varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Joan Ziskason kann taka sæti á tingi fyri Katrin Dahl Jacobsen.

  1. Tingmál nr. 100-22/1998: Svar uppá fyrispurning Til Annfinn Kallsberg, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðv. setan av fólki í almenn størv 1998 og ætlan 1999.
    Fyrispuringurin var svaraður.

    Viðmerkjast skal, at orsakað av verkfallinum hjá Starvsmannfelagnum varð ikki atkvøtt á telduskipanini, men eftir § 76, stk. 2 í tingskipanini. Formaðurin heitti eftir § 76, stk. 3 á Eyðun Viderø og Hendrik Old, løgtingsmenn um at veita formanninum hjálp, tá ið atkvøðugreiðslan verður tald.

  2. 2. viðgerð av tingmáli 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Menningargrunnur Ídnaðarins 1996-97.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  3. 2. viðgerð av tingmáli 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Ídnaðargrunnur árini 1996-97.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  4. 2. viðgerð av tingmáli 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  5. 2. viðgerð av tingmáli 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  6. 2. viðgerð av tingmáli 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  7. 2. viðgerð av tingmáli 16-10/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Apoteksverkið 1996-97
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  8. 2. viðgerð av tingmáli 16-12/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Strandferðslan 1996-97.
    Uppskotið samtykt 27-0-0.
  9. 2. viðgerð av tingmáli 16-11/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Postverkið 1996-97.
    Uppskotið samtykt 28-0-0.
  10. 2. viðgerð av tingmáli 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
    Uppskotið samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  11. 2. viðgerð av tingmáli 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Uppskotið samtykt 26-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  12. 2. viðgerð av tingmáli 114/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1998 og frágreiðing um virki ráðsins.Uppskotið samtykt 27-0-0.
  13. 2. viðgerð av tingmáli 115/1998: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 1998 og frágreiðing um virki ráðsins.Uppskotið samtykt 26-1-0.
  14. 2. viðgerð av tingmáli 77/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya.Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  15. 1. viðgerð av tingmáli 16-13/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingarstuðulsgrunnurin 1993-97.
    Málið var beint til 2. viðgerð.
  16. Framløga:
    Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 1-8/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999-2,  nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Trivnaðarnevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í sambandi við barnsburð, nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lógini um fólkapensjón og nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
    Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m., nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning og nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
    Mentanarnevndin legði fram álit í løgtingsmáli nr. 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælinum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir, nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar, nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving) og nr. 107/1998:   Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving)

 Tikið av dagskránni:
2. viðgerð av tingmáli 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Føroya Jarðargrunnur árini 1996-97.
2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 8.apríl kl. 3.30 við hesi dagsskrá:

  1. Tingmál nr. 101-4/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, um vinnupolitikk
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste"
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  10. Tingmál nr. 100-44/1998: Svar uppá fyrspurning til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni um økismenning
  11. Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.00

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                                    /Súsanna Danielsen
                                                                                                    skrivari