Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

70. fundur

Hósdagur 25. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 25. mars kl.13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Jákup Suni Joensen, Jógvan við Keldu og Hergeir Nielsen og landsstýrismenninir Karsten Hansen, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-65/1998: Fyrispurningur frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, til løgmans um Landsverkfrøðingin.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-64/1998 Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnn, landsstýrismann, um próvtøkur uttan fyri Danmark
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-66/1998: Fyrispurningur frá Jóannes Ejdesgaard, løgtingsmanni, til Karsten Hansen, landsstýrismann, um privatisering av Føroya Banka.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla í tingmáli nr. 100-63/1998: Fyrispurningur frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um Tórshavnar kommunala skúlaumdømi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til broyting í løgtinglóg um føroysku kommunurnar.
    Málið beint í rættarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Jarðargrunnurin 1996-97.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Tikið av skrá: pkt. nr. 8, 10,11 og 12.
Løgtingsmál nr. 100-40/1998: Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan  1. viðgerð av tingmáli nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.

Framløga
Rættarnevndini legði fram álit í tingmáli nr. 76/1998 Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m. og tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til lov om undersøgelse af politiets efterretningstjeneste.Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26.mars 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Løgtingsmál nr. 100-40/1998.Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan
  2. Løgtingsmál nr. 100-33/1998: Svar uppá fyrispurning til løgmans frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni um evruna.
  3. Løgtingsmál nr. 100-39/1998: Svar uppá fyrispurning frá Hans P. Strøm, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann um fiskivinnuskúlan.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr.16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97.
  5. viðgerð av tingmáli nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.
  6. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.
  7. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-10/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Apoteksverkið 1996-97
  8. 1.viðgerð av tingmáli nr.16-12/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Strandferðslan 1996-97.
  9. 1. viðgerð av tingmáli 16-11/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Postverkið 1996-97
  10. Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.15

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                    /Súsanna Danielsen
                                                                                skrivari