Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
69. fundur |
mikudagur 24. mars 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, mikudagin 24. mars kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Munnligir fyrispurningar.
Tikið av dagsskrá:
Løgtingsmál nr. 100-40/1998.Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan.1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Jarðargrunnurin 1996-97.1. viðgerð av tingmáli nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Útvarp Føroya 1996 og 1997.1. viðgerð av tingmáli nr.16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Sjónvarp Føroya 1996-97.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. mars 1999 kl.13.30 við hesi
dagsskrá:
Fundur lokin kl. 15.35
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Súsanna
Danielsen
skrivari