Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

68. fundur

fríggjadagur 19. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, fríggjadagin, 19. mars kl.13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu, Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam og Páll á Reynatúgvu og løgmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-55/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, um eldrarøkt skal svarast.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-56/1999: Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um nýggjan studentaskúla skal svarast.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  5. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-57/1999: Fyrispurningur frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal, landsstýrismann, um navnalóggávuna skal svarast.
  6. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  7. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-59/1999: Fyrispurningur frá Jákup S. Joensen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um lógina um vinnuligan fiskiskap skal svarast.
  8. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  9. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-54/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi grundlógarbroyting skal svarast.
  10. Fyrispurningurin varð ikki settur undir atkvøðugreiðslu. Formaðurin boðaði frá, at tað var upp til Ríkisumboðsmannin sjálvan at gera av, um hon svaraði fyrispurninginum.

  11. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-58/1999: Fyrispurningur frá Hendrik Old, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um hvalaveiðu skal svarast.
  12. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  13. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-60/1999: Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, um grótknúsaran á Lambareiði skal svarast.
  14. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  15. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-61/1999: Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge, landsstýrismann, um lógina um bygdaleiðir skal svarast.
  16. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  17. Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-62/1999: Fyrispurningur frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um lógina um frískúlar skal svarast.
  18. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  19. 1.viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  20. Málið varð beint í mentanarnevndina.

  21. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  22. Málið varð beint í trivnaðarnevndina.

  23. 1.viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.
  24. Málið varð beint í trivnaðarnevndina

  25. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
  26. Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð.

  27. 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
  28. Málið fór beinleiðis til 2. viðgerð.

 
Tikið av skránni:
1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.

Framløga
Boðað var frá tingsmáli nr. 100-65/1998: Fyrispurningur frá Heina O. Heinesen, løgtingsmanni, til løgmans um Landverkfrøðingin. Tingmáli nr. 100-64/1998: Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um próvtøkur uttan fyri Danmark Tingmáli nr. 100-66/1998: Fyrispurningur frá Jóannes Ejdesgaard, løgtingsmanni, til Karsten Hansen, landsstýrismann, um privatisering av Føroya Banka.Tingmáli nr. 100-63/1998: Fyrispurningur frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, um Tórshavnar kommunala skúlaumdømi.


Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24.mars 1999 kl.13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Løgtingsmál nr. 100-40/1998: Svar uppá fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan
  3. 1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum Jarðargrunnurin 1996-97.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum.Vakstrarhúsgrunnurin 1996-97.
  6. 1. viðgerð av tingmáli 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum. Útvarp Føroya 1996 og 1997
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum. Sjónvarp Føroya 1996-97.
  8. Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.30

 Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                                        /Súsanna Danielsen
                                                                                    skrivari