Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 |
67. fundur |
hósdagur 18. mars 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, hósdagin 18.mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Torbjørn Jacobsen, Eyðun Viderø, Jógvan
við Keldu, Mikkjal Sørensen, Lisbeth L. Petersen og Marius Dam og landsstýrismenninir
Karsten Hansen og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 87/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn av misgáum var beint í trivnaðarnevndina, men átti
at verið beint í vinnunevndina, og varð hetta broytt.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998:
Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
Málið beint í mentanarnevndina.
- 1.viðgerð av tingmáli nr. 97/1998:
Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
Málið beint í mentanarnevndina
- Framløga. Boðað varð frá hesum fyrispurningum:
Løgtingmál nr. 100-55/1999:
Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Helenu Dam á Neystabø,
landsstýrismann, um eldrarøkt.
Løgtingmál nr. 100-56/1999:
Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni,
landsstýrismann, um nýggjan studentaskúla.
Løgtingmál nr. 100-57/1999:
Fyrispurningur frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni til Høgna Hoydal, landsstýrismann,
um navnalóggávuna.
Løgtingmál nr. 100-59/1999:
Fyrispurningur frá Jákup S. Joensen, løgtingsmanni til Jørgen Niclasen,
landsstýrismann, um lógina um vinnuligan fiskiskap.
Løgtingmál nr. 100-54/1999: Fyrispurningur frá Heðini Mortensen,
løgtingsmanni, til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, um lógina um grundlógarbroytingar.
Løgtingmál nr. 100-58/1999:
Fyrispurningur frá Hendrik Old, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann,
um hvalaveiðu.
Løgtingsmál nr. 100-60/1999:
Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge,
landsstýrismann, um grótknúsaran á Lambareiði.
Løgtingmál nr. 100-61/1999:
Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge,
landsstýrismann, viðvíkjandi bygdaleiðum.
Løgtingmál nr. 100-62/1999:
Fyrispurningur frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni,
landsstýrismann, um lógina um frískúlar.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.1.viðgerð av tingmáli
nr. 120/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar. 1.viðgerð av
tingmáli nr. 16-2/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og
1997.1.viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
1.viðgerð av tingmáli nr. 93/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 19. mars 1999 kl.13.30 við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-55/1999:
Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Helenu Dam á Neystabø,
landsstýrismann, um eldrarøkt skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-56/1999:
Fyrispurningur frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, til Signar á Brúnni,
landsstýrismann, um nýggjan studentaskúla skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-57/1999:
Fyrispurningur frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal,
landsstýrismann, um navnalóggávuna skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-59/1999:
Fyrispurningur frá Jákup S. Joensen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen,
landsstýrismann, um lógina um vinnuligan fiskiskap skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-54/1999:
Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, til Vibeke Larsen,
ríkisumboðsmann, um lógina um grundlógarbroytingar skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-58/1999: Fyrispurningur frá Hendrik Old,
løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um hvalaveiðu skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-60/1999:
Fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge,
landsstýrismann, um grótknúsaran á Lambareiði skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-61/1999:
Fyrispurningur frá Sámal P. í Grund, løgtingsmanni, til Finnboga Arge,
landsstýrismann, um lógina um bygdaleiðir skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um løgtingmál nr. 100-62/1999:
Fyrispurningur frá Katrin D. Johansen, løgtingsmanni til Signar á Brúnni,
landsstýrismann, um lógina um frískúlar skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
- 1.viðgerð av tingmáli nr. 120/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998:
Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
- 1.viðgerð av tingmáli nr. 93/1998:
Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.
Málini nr. 91
og 93 verða viðgjørd undir einum.
- 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og
1997.
- 1.viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 18.15
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Súsanna
Danielsen
skrivari