Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

66. fundur

Mikudagur 17. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 17.mars, kl. varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Marius Dam, Jenis av Rana, Páll á Reynatúgvu, Torbjørn Jacobsen, Mikkjal Sørensen, Katrin D. Jacobsen, Eyðun Viderø, Jóanis Nielsen og Jógvan við Keldu og løgmaður og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Høgni Hoydal, Finnbogi Arge, Helena D. á Neystabø og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til arbeiðmarknaðareftirlønargrunnin.
  2. Málið beint í fíggjarnevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  4. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark.
  6. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til danskan lestrarstuðul.
  8. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  9. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyting av ríkisviðurskiftum Føroyar/Danmark.
  10. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  11. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirgeving av skuld.
  12. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  13. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um sanering av allari privatari skuld.
  14. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  15. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um landsjørð og jarðargrunnin.
  16. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  17. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingartrupulleikunum í landinum.
  18. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  19. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi studningi, láni og verjutolli til landbúnaðin.
  20. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  21. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um traðir og rættindi traðarmanna.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Tikið av dagsskrá:

1.viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
1.viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
1. viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ínaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
1. viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.

Framløga
Fíggjarnevndin legði fram álit í løgtingsmálunum nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt og nr. 113/1998: Uppskot til løgtingslóg um grannskoðan av almennum roknskapum.



Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 18. mars 1999 kl.13.30 við hesi dagsskrá:

1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar.
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón.
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
8. Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.30

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                            /Súsanna Danielsen
                                                                        skrivari