Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

65. fundur

Týsdagur 16. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 16. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Mikkjal Sørensen og Tórbjørn Jacobsen, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen og Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Farloyvi:

Skriv frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, dagfest 15. mars 1999, um farloyvi komandi 11 dagarnar, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Skriv frá John Petersen, løgtingsmanni, dagfest 15. mars 1999, um farloyvi, til endalig avgerð fyriliggur í málinum móti honum, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðun Viderø, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri John Petersen.


Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
  2. Málið beint í vinnunevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.
  4. Málið beint í vinnunevndina.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 109/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg "om Jordbrugets Fremme".
  6. Málið beint í fíggjarnevndina.

    Málini nr. 108 og nr. 109 vórðu viðgjørd undir einum.

    Tikið av dagsskrá:
    1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í lógini um fólkapensjón, 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1998: Uppskot til løgtingslóg um almannapensiónir o.a. og 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

  7. Framløga.

Bjarni Djurholm, tingmaður, legði vegna seg sjálvan og tingmenninar Kristian Magnussen og Jógvan Durhuus fram tingmál nr. 120/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um føroysku kommunurnar. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram: Óli Breckmann, Jógvan á Lakjuni, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen, Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk, Hans Pauli Strøm, Henrik Old, Dan R. Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Jákup Suni Joensen, Finnur Helmsdal, Heini O. Heinesen, Kristian Magnussen, Tórbjørn Jacobsen og Sámal Petur í Grund.

Fíggjarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 1-7/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 1999, nr. 79/1998: Uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin) og nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.

Mentanarnevndin legði fram álit í tingmáli nr. 77/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningum nr. 100-45/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark, nr. 100-46/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til danskan lestrarstuðul, nr. 100-47/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyting av ríkisviðurskiftum Føroyar/Danmark, nr. 100-48/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirgeving av skuld, nr. 100-49/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um sanering av allari privatari skuld, nr. 100-50/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um landsjørð og jarðargrunnin, nr. 100-51/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingartrupulleikunum í landinum, nr. 100-52/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi studningi, láni og verjutolli til landbúnaðin og nr. 100-53/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um traðir og rættindi traðarmanna.

Formaðurin boðaði frá, at skrivligir fyrispurningar eiga ikki at koma seinri enn 19. mars 1999.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 17. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættindunum hjá føroyskum lesandi til danskan lestrarstuðul.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi broyting av ríkisviðurskiftum Føroyar/Danmark.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirgeving av skuld.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um sanering av allari privatari skuld.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um landsjørð og jarðargrunnin.
  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnaansingartrupulleikunum í landinum.
  8. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi studningi, láni og verjutolli til landbúnaðin.
  9. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-53/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, um traðir og rættindi traðarmanna.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1998: Uppskot til løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/1998: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
  14. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  15.                                 Málini nr. 86 og nr. 87 verða viðgjørd undir einum.

  16. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
  17. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
  18. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.25

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                            /Marius Rein
                                                                             skrivari