Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

62. fundur

Mikudagur 10. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 10. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Finnbogi Arge og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin las heilsan frá Johan Lund Olsen, formanni í grønlendska landstinginum til Føroya løgting, nú nývalda grønlendska landstingið byrjar sítt valskeið.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  3. Málið beint í fíggjarnevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  5. Málið beint í fíggjarnevndina.

  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  7. Málið beint í fíggjarnevndina.

  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet".
  9. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  10. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-31/1998 frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi skjalakanningum í eystureuropeiskum skjalagoymslum.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-33/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til evruna.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 11. mars 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð tingmáli nr. 118/1998: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning".
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 1999.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 117/1998: Uppskot til løgtingslóg um foreldrafráveru orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/1998: Uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding v.m.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/1998: Uppskot til løgtingslóg um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1998: Uppskot til løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
  11. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.00  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                /Marius Rein
                                            skrivari