Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

59. fundur

Hósdagur 4. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 4. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen og Vilhelm Johannesen, landsstýrismenninir Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni og Finnbogi Arge og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  1. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-9/1998 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi.
  2. Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997 og 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 5. mars 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Svar uppá fyrispurning nr. 100-32/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtanarmannagongdum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr.16-4/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárini 1993-1997.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-5/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  5. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.05  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                        /Marius Rein
                                    skrivari