Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

58. fundur

Mikudagur 3. mars 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 3. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Bjarni Djurholm og Rúna Sivertsen, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen og Signar á Brúnni og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum.
  2. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur.
  6. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  7. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenning.
  8. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  9. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/1998 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktivering av forsorgarlógini.
  10. Málið avgreitt.

  11. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-29/1998 frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi farleiðini Øravík-Hov.
  12. Málið avgreitt.

  13. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/1998 frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar.
  14. Málið avgreitt.

 

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 4. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
  2. Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
  5. Málini nr. 86/1998 og nr. 87/1998 verða viðgjørd undir einum.

  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                    /Marius Rein
                                skrivari