Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
57. fundur |
Týsdagur 2. mars 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, týsdagin 2. mars, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jóanis Nielsen, Óli Breckmann, Bjarni Djurholm, Rúna Sivertsen og Jóannes Eidesgaard, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmálini nr. 86/1998: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og nr. 87/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, legði vegna løgtingsgrannskoðararnar fram tingmálini nr. 16-2/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárini 1996 og 1997, nr. 16-3/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárini 1996 og 1997, nr. 16-4/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárini 1993-1997, nr. 16-5/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Telefonverk Føroya Løgtings fyri fíggjarárini 1993-97, nr. 16-6/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárini 1996-97, nr. 16-7/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Vakstrarhúsgrunnurin fíggjarárini 1996-1997, nr. 16-8/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárini 1996 og 1997, nr. 16-9/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Sjónvarp Føroya fíggjarárini 1996 og 1997, nr. 16-10/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya fíggjarárini 1996 og 1997, nr. 16-11/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárini 1996 og 1997 og nr. 16-12/1998: Grannskoðan av almennum roknskapum: Strandferðslan fíggjarárini 1995 1997.
Signar á Brúnni, landsstýrismaður, legði, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, fram tingmál nr. 89/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
Málið beint í fíggjarnevndina.
Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-42/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi norskum svartalista, viðferð av føroyskum fiskiskipum í norskum sjógvi o.ø., fyrispurningi nr. 100-43/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Marjus Dam, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til ferðaútreiðslur og fyrispurningi nr. 100-44/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi økismenning.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi, svar uppá fyrispurning nr. 100-27/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktivering av forsorgarlógini og svar uppá fyrispurning nr. 100-34/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 3. mars 1999 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
Fundur lokin kl. 18.05
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius
Rein
skrivari