Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

56. fundur

Fríggjadagur 26. februar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 26. februar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Edmund Joensen, Sámal Petur í Grund og Heini O. Heinesen og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Hans Paula Strøm og Jógvan Durhuus, løgtingsmonnum, um arbeiðið við nýggjum fiskivinnuskúla.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gomlum teldum til fólkaskúlan.
  4. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni viðvíkjandi landskassans skuld til føroysku kommunurnar.
  6. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð.
  8. Málið beint í trivnaðarnevndina.

  9. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/1998 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av matvørum.
    Málið avgreitt.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at fyrispurningur nr. 100-28/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gildisseting av kirkjulógum í Føroyum er tikin aftur av spyrjaranum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 2. mars 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/1998: Uppskot til eykajáttanar-løgtingslóg fyri februar 1999.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1998: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónsreformi.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-27/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktivering av forsorgarlógini.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-34/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.40  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                skrivari