Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
54. fundur |
Týsdagur 23. februar 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, týsdagin 23. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen og Jóannes Eidesgaard, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-2.
Málið avgreitt.
Málið beint í vinnunevndina.
Kristian Magnussen, tingmaður, legði vegna Javnaðarflokkin fram tingmálini nr. 83/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning og nr. 1-8/1998: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri februar 1999 - 2.
Hans Pauli Strøm, tingmaður, legði vegna Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fram tingmál nr. 84/1998: Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum.
Jenis av Rana, tingsmaður, legði vegna seg sjálvan, og tingmenninar Jógvan á Lakjuni, Marjus Dam og Jákup Sverra Kass, fram tingmál nr. 80/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini um tiltøk í samband við barnsburð.
Málið avgreitt.
Formaðurin fráboðaði fyrispurningum nr. 100-37/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi pensjónstrygging og nr. 100-38/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattalætta.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 25. februar1999 kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
Málini
nr. 83/1998 og nr. 1-8/1998 verða viðgjørd undir einum.
Fundur lokin kl. 17.30
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius
Rein
skrivari