Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

52. fundur

Hósdagur 18. februar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 18. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúna Sivertsen, Kristian Magnussen,Vilhelm Johannesen, Marjus Dam og Sámal Petur í Grund, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyripurningi nr. 100-18/1998 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  2. Málið avgreitt.

  3. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyripurningi nr. 100-19/1998 frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  4. Málið avgreitt.

  5. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-20/1998 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  6. Málið avgreitt.

  7. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-25/1998 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
  8. Málið avgreitt.

  9. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-26/1998 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.
  10. Málið avgreitt.

  11. Framløga.
  12. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 78/1998: Uppskot til løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 19. februar 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:  

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/1998: Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste".
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um granskingarráð Føroya.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-23/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- og fiskiloyvinum til Frøyanes.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-24/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass og Vilhelm Johannesen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi innflutningsloyvinum til norskan línubát.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari