Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

51. fundur

Mikudagur 17. februar 1999

kl. 15.10

 

Ár 1999, mikudagin 17. februar, kl. 15.10 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um 100-36/1998 til Karsten Hansen, landsstýris-mann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi komandi tillagingum og skerjingum í almenna sektorinum.
  3. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  4. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/1998 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað.

Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini, svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba og svar uppá fyrispurning nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 18. februar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði.
  2. Svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-25/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                            skrivari