Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

49. fundur

Fríggjadagur 12. februar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, fríggjadagin 12. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Signar á Brúnni og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðurskiftum Føroya til evruna.
  2. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

  3. Framløga
  4. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 76/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste".

    Nevndin at viðgera tingmannalønir legði fram álit II í tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna, og vinnunevndin legði fram álit II í tingmáli nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

    Fundur niðurlagdur kl. 14.10
    fundur uppafturtikin kl. 14.15

  5. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  6. Broytingaruppskot í álitinum frá fíggjarnevndini varð afturtikið av uppskotsstillarunum og eingin tók uppskotið uppaftur. Broytingaruppskot frá Jóannes Eidesgaard og Vilhelm Johannesen til § 1 samtykt 20-11-0. Broytingaruppskot frá Finnboga Ísakson, Eyðun Viderø, Jóannes Eidesgaard, Vilhelm Johannesen og Sámal Petur í Grund til § 1 samtykt 23-8-0, broytingaruppskot frá somu til § 4 samtykt 25-6-0 og broytingaruppskot frá somu til § 14 samtykt 24-7-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-7-6. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  7. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/1998 frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands.

Málið avgreitt.

 

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba, svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað, svar uppá fyripurning nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, og svar uppá fyripurning nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-34/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar og fyrispurningi nr. 100-35/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting av hjúnum og dupulta botnfrádráttinum.

Formaðurin boðaði frá, at hann hevði móttikið 6.546 undirskriftir frá persónum og handlum, sum mótmæla, at Tinghúsið verður tikið niður og nýmótans hús bygd ístaðin.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. februar 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá løgtingsmonnunum Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm viðvíkjandi vegnum til Tjørnuvíkar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi samskatting av hjúnum og dupulta botnfrádráttinum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  4. Aðalorðaskifti av tingmáli nr. 101-3/1998: Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um framtíðar samferðslukervið í Føroyum.
  5. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.50  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                            /Marius Rein
                                                        skrivari