Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 |
48. fundur |
Týsdagur 9. februar 1999 |
kl. 13.30 |
Ár 1999, týsdagin 9. februar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Finnur Helmsdal vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-32/1998
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi játtanarmannagongdum.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Tingmál nr. 101-3/1998:
Frágreiðing frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, um framtíðar samferðslukervið í
Føroyum.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
50/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
- Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-30/1998
frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum vaktar- og
bjargingarskipi.
Málið avgreitt.
- Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyripurningi nr.100-15/1998
frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av
virkseminum hjá PET.
Málið avgreitt.
- Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/1998
frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata
nýtslu í árunum 1988-1998.
Málið avgreitt.
- Rætting til val av nevningagrundlistanevnd.
27. januar 1999 varð Maria Petersen, Vestmanna, vald í nevningagrundlistanevndina
fyri Streymoyar sýslu í staðin fyri Ole J. G. Olsen, ið bar seg undan vali. Navnið er
komið skeivt fyri, talan var um at velja Johannu Mariu Pedersen, Vestmanna, men hon er
frammanundan vald í nevningagrundlistanevndina. Í staðin varð Dánjal Jákup í
Brekkunum, Hósvík valdur.
- Framløga
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 75/1998:
Uppskot til løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-33/1998
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
viðurskiftum Føroya til evruna.
Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands og svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. februar 1999 kl. 13.30 við
hesi dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/1998
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi
viðurskiftum Føroya til evruna.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998:
Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
- Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands.
- Svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
- Svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1998
til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað.
- Svar uppá fyripurningur nr. 100-18/1998
til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi garnaveiði.
- Svar uppá fyripurningur nr. 100-19/1998
til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi
leiguútreiðslum til aðalstýrini.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.20
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius
Rein
skrivari