Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

45. fundur

Fríggjadagur 29. januar 1999

kl. 10.00

 

Ár 1999, fríggjadagin 29. januar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".
  2. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om patientforsikring".
  4. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.

  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".
  6. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.

  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.
  8. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.

  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1998: Uppskot til løgtingslóg um grundlógarnevnd.

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini til § 2 samtykt 19-7-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-12.
At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands, svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað og svar uppá fyrispurning nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningum nr. 100-27/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktiveringini av forsorgarlógini, nr. 100-28/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gildisseting av kirkjulógum í Føroyum og nr. 100-29/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi farleiðini Øravík-Hov.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 2. februar 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi aktiveringini av forsorgarlógini.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/1998 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi gildisseting av kirkjulógum í Føroyum.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi farleiðini Øravík-Hov.
  4. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-2/1998 Frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1998/99.
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 16.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                 /Marius Rein
                                             skrivari