Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

42. fundur

Fríggjadagur 22. januar 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, fríggjadagin 22. januar, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Flemming Mikkelsen, Marjus Dam og Hergeir Nielsen og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Eyðun Elttør vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, dagfest 20. januar 1999, um farloyvi frá 22. januar 1999 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Katrin Johansen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Óla Breckmann.

Til viðgerðar:

1. Framløga.

Trivnaðarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter" og nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om patientforsikring".

Rættarnevndin legði fram álit í tingmálunum nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter", nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven" og nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.

Vinnunevndin legði fram álit í tingmáli nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar: Nr. 100-21/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av matvørum, nr. 100-22/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi setan av fólki í almenn størv 1998 og ætlan fyri 1999, nr. 100-23/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- og fiskiloyvinum til Frøyanes, nr. 100-24/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass og Vilhelm Johannesen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi innflutningsloyvinum til norskan línubát, nr. 100-25/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um stýrisskipan Føroya og nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýris-mann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 26. januar 1999 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi av matvørum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi setan av fólki í almenn størv 1998 og ætlan fyri 1999.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- og fiskiloyvinum til Frøyanes.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Jákup Sverra Kass og Vilhelm Johannesen, løgtingsmonnum, viðvíkjandi innflutningsloyvinum til norskan línubát.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslóg um stýrisskipan Føroya.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggjum Suðuroyarskipi.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter".
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om patientforsikring".
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og for Færøerne om retsafgifter".
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Domstolsstyrelsen og af ændring af konkursloven".
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg fyri Føroyar um rættargang v.m.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 51/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  13. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.00

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                              /Marius Rein
                                           skrivari