Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998 | ||
40. fundur |
Hósdagur 7. januar 1999 |
kl. 10.00 |
Ár 1999, hósdagin 7. januar, kl. 10.00 varð tingfundur settur.
Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, dagfest 5. januar 1999, um farloyvi,
og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hans Tausen Olsen, ið áður hevur verið á tingi,
skal taka sæti fyri Tórbjørn Jacobsen.
Til viðgerðar:
Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-12/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar: Nr. 100-14/1998 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu í árunum 1988-1998, nr. 100-15/1998 til Høgna Hoydal, landsstýsirmann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanning av virkseminum hjá PET, nr. 100-16/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúklingaviðgerð uttanlands, nr. 100-17/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðstilboði til rørslutarnað, nr. 100-18/1998 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi garnaveiði, nr. 100-19/1998 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Dan R. Peteresen, løgtingsmanni, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini og nr. 100-20/1998 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. januar 1999 kl. 12.35 við hesi dagsskrá:
Fundur lokin kl. 12.30
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari