Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

39. fundur

Mikudagur 29. december 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, týsdagin 29. desember, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Jóannes Eidesgaard, Flemming Mikkelsen, Jenis av Rana og Jógvan Durhuus, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Finnbogi Arge og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 26-0-1.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 25-1-1.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. Rætting til val av nevningagrundlistanevndum.
    Streymoyar sýsla:
    Heðin Olsen, Haldórsvík, varð valdur fyri Tórstein Grækarisson, Kvívík, sum í skrivi hevur borið seg undan vali.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-13/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at leggja Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnin saman.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 7. januar 1999 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ætlanini at leggja Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnin saman.
  2. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-12 /1998 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 10.35

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                                        /Marius Rein
                                                                    skrivari