Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

38. fundur

Mikudagur 23. december 1998

kl. 10.00

 

Ár 1998, mikudagin 23. desember, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Henrik Old, Flemming Mikkelsen og Marjus Dam, og løgmaður vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar)
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Jenis av Rana, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen og Jóanis Nielsen samtykt 28-0-0. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 25-2-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-1-1. At málið soleiðis samtykt kann fara yvir til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
                                                                Fundur niðurlagdur kl. 12.00
                                                                Fundur uppafturtikin kl. 14.05
    Viðgerðin niðurløgd.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 29. desember 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 25/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 45/1998: Uppskot til løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/1998: Uppskot til løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  6. Rætting til val av nevningagrundlistanevndum.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 14.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                    skrivari