Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1998

37. fundur

Týsdagur 22. december 1998

kl. 13.30

 

Ár 1998, týsdagin 22. desember, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heini O. Heinesen og Marjus Dam, Signar á Brúnni, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 22/1998: Uppskot til løgtingslóg um javning av almannaveitingum.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðagjald.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 38/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Annitu á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus, Jákup Sverra Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen samtykt 29-0-0. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Jákup Sverra Kass, Lisbeth L. Petersen, Finni Helmsdal, Jógvan Lützen og Bjarna Djurholm fall 13-1-15. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 18-2-9.
    Málið avgreitt.
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 32/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskúlar.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1998: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar.
    §§ 1 til og við 6 fullu 13-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/1998: Handilssáttmáli við Pólland.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 23. desember 1998 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 31/1998: Uppskot til løgtingslóg um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið. (FHS-útbúgvingar)
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 33/1998: Uppskot til løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 34/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.50  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

                                                    /Marius Rein
                                                    skrivari